Útbygging av Kaldbaks skúla.
Útbygging av skúlanum í Kaldbak til fleiri næmingar.
Veturin 2002/2003 bygdi ÁTS skúlan í Kaldbak út, so at hann kundi rúma fleiri næmingum.
Skúlin í Kaldbak bleiv fyrstu ferð tikin í brúk fyri 100 ár síðani, tá var bara ein bygningur. Seinni bleiv so ein annar bygdur uppí. ÁTS bygdi so út fyrst í hesu øld, so tríggjar skúlastovur vóru í skúlanum, eins og fleiri rúm á loftinum vórðu løgd afturat.